
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Gestir í sendingini eru Annika Olsen, løgtingskvinna og Johnny í Grótinum, námlektari á Setrinum.
Teksturin til sunnudagin, jólaaftan, er út evangeliinum eftir Lukas, kap. 2,1-14
Jesu føðing
v1: Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.
v2: (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi).
v3: Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína.
v4: Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt,
v5: at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn.
v6: Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn.
v7: Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.
v8: Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum.
v9: Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.
v10: Og eingilin segði við teir: «Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.
v11: Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!
v12: Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.»
v13: Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu:
v14: «Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!»
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur
Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir?
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.