Skrivað stendur

«Men tað hendi í teimum døgum...»
22-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 2, ørindini 1-14. Gestir í sendingini hesa ferð eru Johnny í Grótinum og Annika Olsen.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir í sendingini eru Annika Olsen, løgtingskvinna og Johnny í Grótinum, námlektari á Setrinum. 

 

Teksturin til sunnudagin, jólaaftan, er út evangeliinum eftir Lukas, kap. 2,1-14


Jesu føðing

v1: Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. 
v2: (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). 
v3: Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. 
v4: Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, 
v5: at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. 
v6: Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. 
v7: Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.
v8: Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. 
v9: Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. 
v10: Og eingilin segði við teir: «Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. 
v11: Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! 
v12: Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.» 
v13: Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: 
v14: «Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!» 

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir?

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.

Gestirnir í sendingini eru Miriam Nolsøe Johannesen og Steffan Klein Poulsen
22-05-2025
Gestir í sendingini eru Eirikur í Jákupstovu og Marita Andrasardóttir
15-05-2025
Gestir í sendingini eru Jenny Old og Suni Justinussen
08-05-2025
Gestir í sendingini í dag er Elsa Østergaard.
01-05-2025
Gestir í sendingini eru Erla Bech Nolsø og Jógvan Thomsen
24-04-2025
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Vinjard Magnussen eru gestir.
11-04-2025
Gestir í sendingini eru Bjørg av Rana og Ásbjørn Berthelsen
03-04-2025
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap.6, 1-14
27-03-2025
Prædikuteksturin stendur skrivaður hjá Lukas evangelisti kap.11,14-28
20-03-2025
Gestir í sendingini eru Tórhild Bjarkhamar, lærari, og Eyðbjørn Jacobsen, lærari.
13-03-2025
Gestir í sendingini eru Olga Magnussen og Niclas Johannesen
06-03-2025
Gestir í sendingini eru Jógvan Skorheim og Anja Hansen
27-02-2025