Sleppa undan at ognartaka jørð til ítróttahøll

Sleppa undan at ognartaka jørð til ítróttahøll
Sørvágs kommuna hevur gjørt av at byggja á einum stykki, sum kommunan eigur
Sørvágs bygdaráð samtykti í fjør at seta av fimm milliónir krónur í ár til at fyrireika høllina. (Savnsmynd)
 
12.06.2023 - 09:29

Sørvágs kommunu nýtist ikki at ognartaka jørð til ítróttahøllina, sum skal byggjast í bygdini.

Avmarkingar eru viðvíkjandi høllini, har sum kommunan ætlaði at byggja hana, sambært hoyringarskrivi frá Vága floghavn. 

Tí hevur kommunan gjørt av at byggja á einum stykki, sum kommunan eigur.   

 

Fekk ikki svar

Kommunan ætlaði at keypa hitt stykkið, men fekk ikki svar frá eigaranum. Tí var samtykt at ognartaka. Men hetta verður av ongum nú.

Bygdaráðið samtykti í fjør at seta av fimm milliónir krónur í ár til at fyrireika høllina.

Ætlanin um eina ítróttahøll er ikki nýggj. Bygdaráðið, sum var valt í 2020, tók hana fram alt fyri eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865