- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Oda W. Andreasen vaks upp og býr í Havn. Men eina drúgva tíð búleikaðist hon í Mykinesi, har hon skipaði fyri upplivingum og bjóðaði ferðafólki vist. Ymisk viðurskifti gjørdu, at hon flutti aftur til Havnar, tó hon framvegis skipar fyri útferðum vestur í oynna, sum hevur stóran atdrátt á hana. Umframt uppvøkstri, arbeiði, høvuðsstaðnum, starvsplássum, og persónligum viðurskiftum, greiðir hon frá árunum í Danmark, har hon bleiv mamma.
Mánadagar í summarskránni hjá útvarpinum koyra vit Biltúrar saman við fólkum, sum hava tilknýti til umhvørvið har koyrt verður. Vitjað verður í fleiri oyggum og henda fimta útvarpssendingin av hesum slag varð tikin upp í Havn.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.