Náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til gongd í haga

Náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til gongd í haga
Rættarnevndin hevur skrivað álit um uppskotð um náttúruverndarlógina
Meirilutin í rættarnevndini sigur, at lógin um náttúrvernd fer ikki at broyta støðuna og tær reglur um gongd í haga, sum eru galdandi í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2023 - 10:47

Meirilutin í rættarnevndini hjá løgtinginum leggur dent á, at nýggja náttúruverndarlógin tekur ikki støðu til málið um gongd í haga.

Lógin fer ikki at broyta støðuna og tær reglur um gongd í haga, sum eru galdandi í dag.

Eftir at hava viðgjørt lógaruppskotið á seks fundum hevur rættarnevndin skrivað álit.

Tað kom í løgtingið í gjár.

Umboðini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum taka undir við uppskotinum.

Tey hava nógvar viðmerkingar, men einki broytingaruppskot.

Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava eisini viðmerkingar um uppskotið og mæla frá at samtykkja tað. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957