Herða tiltøkini móti Russlandi

bannari
Herða tiltøkini móti Russlandi
USA setur enn fleiri tiltøk í verk móti feløgum og fólkum, sum eftir øllum at døma hava hjálp Russlandi undan revsitiltøkum frá Vesturheiminum.
 
13.04.2023 - 10:00

USA setur tiltøk í verk móti 120 feløgum og fólkum, sum skulu hava hjálpt Russlandi at snúgva sær undan revsitiltøkum hjá Vesturheiminum.

Millum feløgini eru fýra turkisk, - millum annað ein tøknifyritøka og ein vøruflytari, sum hava veitt Russlandi tøkni, sum eisini kann brúkast í hernaðarligt.

Tøknifyritøkan Azu sigst hava útflutt staklutir fyri í minsta lagi 130 milliónir krónur til Russland í fjør - eitt nú teldukipp frá amerikonskum framleiðarum.

USA og sameind lond hava, síðani innrásina í Ukraina í februar í fjør, sett í verk umfatandi tiltøk móti Russlandi, men Moskva hevur yvirhøvur megnað at fingið tað, sum landið hevur brúk fyri, gjøgnum onnur lond, - eitt nú Turkaland og Sameindu Arabisku Emiratini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117