Á skránni er eitt ressandi innspark, og Beinta Løwe leiðir tvey sofa-kjak: ‘Kvinna kenn títt krónuvirði’ við Rósu Heinesen, Elisabeth Eldevig og Óluvu í Gong; og ‘Tingmaður og kona’ við Bjørt Samuelsen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir.
Skráin er kryddað við skemti frá Astrið Gullborgardóttir, einum innslagi frá Steintóru Erhardtsdóttir og tónleiki.
Altjóða kvinnudagurin verður aftur í ár hildin 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Á skránni er eitt ressandi innspark, og Beinta Løwe leiðir tvey sofa-kjak: ‘Kvinna kenn títt krónuvirði’ við Rósu Heinesen, Elisabeth Eldevig og Óluvu í Gong; og ‘Tingmaður og kona’ við Bjørt Samuelsen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir.
Skráin er kryddað við skemti frá Astrið Gullborgardóttir, einum innslagi frá Steintóru Erhardtsdóttir og tónleiki. At enda verður Ársins Brita kosin.