Berin hevur 20 ára "føðingardag" í ár, og í hesum sambandi skipar felagsskapurin fyri stórari landsinnsavning í Kringvarpinum sunnukvøldið 5. mars kl. 19 beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Innsavningin verður skipað eftir sama leisti sum onnur innsavningartiltøk, sum hava verið í sjónvarpinum. Talan verður um eina sending við samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Beranum og tónleiki. Kári Sólstein og Eydna Skaale eru vertir.