Tað sigst leingja lívið og betra sálarheilsuna. Og í Klaksvík hittast fólk, sum eru 60 ár og eldri, tvær ferðir um vikuna til hesa vælumtóktu venjingina.
Tað er Klaksvíkar kommuna, ið saman við Fótbóltssambandi Føroya, KÍ og deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum skipar fyri heilsufótbólti fyri tey, sum eru 60 ár og eldri.