Fáa ikki longur stuðul til spæliterapi

27.02.2023 - 13:25
AktueltHeilsa
Fáa ikki longur stuðul til spæliterapi
Fyritøkan Spælival veitir í løtuni 33 borgarum hjá Almannaverkinum tilboðið, men Almannaverkið vil ikki lata fólki, sum eru eldri enn 18 ár, fíggjarligan stuðul
Fólk, sum eru eldri enn 18 ár, fáa ikki longur stuðul frá Almannaverkinum. (Savnsmynd) til spæliterapi.
 

Almannaverkið vil ikki longur fíggja Dungeons and Dragons-spæliterapi til fólk, sum eru eldri enn 18 ár. 

Barbara Krossteig, ergoterapeutur, eigur og rekur fyritøkuna Spælival, sum í løtuni veitir 33 borgarum hjá Almannaverkinum hetta tilboðið.

 

Barbara Krossteig eigur og rekur fyritøkuna Spælival.

 

Hon setti fyritøkuna á stovn, og arbeiðið hevur eydnast væl. Tey, sum eru 18 ár og eldri, hava fingið fíggjarligan stuðul úr Almannaverkinum til viðgerðina, men nú vil Almannaverkið ikki veita stuðulin longur.

Barbara Krossteig harmast støðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27022023_Spaelival

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV