Heimskent rolluspæl verður brúkt sum terapi

20.02.2023 - 19:30
AktueltHeilsa
Heimskent rolluspæl verður brúkt sum terapi
Fyritøkan Spælival brúkar rolluspælið Dungeons and Dragons í sambandi við spælterapi, og hetta er stór hjálp hjá fleiri við sosialum og sálarligum avbjóðingum.

Rolluspælið Dungeons & Dragons er meira enn bara eitt spæl.

Í øllum førum um tú spyrt Barbaru Krossteig, ergoterapeut, ið rekur fyritøkuna Spælival.  

Dungeons & Dragons kann nevniliga eisini betra um sálarheilsuna hjá fólki við sosialum og sálarligum avbjóðingum.

"Um tú hevur eina fatan av, at eg dugi einki, so kanst tú fáa nakrar upplivingar umvegis figurin hjá tær í spælinum, ið mótsiga tínari sjálvfatan," sigur Barbara Krossteig.

Hjá Spælival verður dentur lagdur á at stuðla undir sosiala og persónliga førleikamenningina hjá fólki, ið onkursvegna hava trupult við hesum, eitt nú neurodivergent fólk. Hetta eru eitt nú fólk, ið hava autismu, ADHD, sosialan angist og tunglyndi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV