Vit senda beinleiðis, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi.
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik.
Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.