Í hesi nýggjárssending borðreiða vit við einum úrvali av tí, sum er hent á mentanarøkinum í Føroyum í 2021
2021 hevur verið eitt hendingaríkt og áhugavert mentanarár, hóast at krúnusóttin hevur argað.
Í hesi nýggjárssending líta vit aftur á og borðreiða við einum úrvali av tí, sum er hent á mentanarøkinum í Føroyum í 2021.
Vegna korona hava vit í ár valt ein eitt sindur ørðvísi leist fyri sendingina, enn onnur ár. Heldur enn at gera greinandi samrøður um mentanarárið, lýsa vit tað við ljóðbrotum og teksti úr Nón-sendingunum í 2021.