Føroyingur leikstjórnað bestu sjónvarpsrøð í Danmark

30.11.2022 - 18:00
AktueltSamfelag
Føroyingur leikstjórnað bestu sjónvarpsrøð í Danmark
Andrias Høgenni hevur leikstjórnað "Ingen vej tilbage," har eisini føroyingar eru við
Andrias Høgenni, leikstjóri.
 

Danska heimasíðan, Vi elsker serier, hevur kosið sjónvarpsrøðina "Ingen vej tilbage", sum føroyingurin, Andrias Høgenni, hevur leikstjórnað, til bestu sjónvarpsrøð í Danmark í ár.

Í 2020 gjørdi Andrias Høgenni, filmsleikstjóri, rættiliga vart við seg í Danmark við stuttfilminum "Ikki illa meint," sum fekk Robert-virðislønina sum besti danski stuttfilmur.

Í fjør fekk hann sjey milliónir krónur frá Danmarks Radio at skriva og leikstjórna eina ungdómsrøð. Og tað er hesa røðina, hann nú fær viðurkenning fyri. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30112022_Andrias_Hogenni

 

 

Fýra føroyingar eru eisini við í sjónvarpsrøðini. Tey eru Sissal Drews Hjaltalin, Beinta Clothier, Klæmint Klakk og Armgarð Mortensen.

Sjónvarpsrøðin "Ingen vej tilbage" kann síggjast á DRTV.

Og hon kann eisini síggjast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280