- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við
Í dag nerta vit við munin millum sálarsjúku og mistrivnað.
Her er hent at vísa á danska hugtakið "diagnosesamfund", ið lýsir, hvussu okkara hugsan um sálarsjúku hevur broytt seg seinastu árini. Veruleikin er, at tað eru nógv fleiri í dag, ið fáa staðfest sálarligar diagnosur enn fyrr. Fleiri og fleiri leita sær hjálp, við vón um at fáa svar á sínar líðingar. Her eru sálarligar diagnosur ein háttur at bæði skilja sínar trupulleikar og at koma til sættis við, hvat ið er galið, fyri síðani at kunna fáa tað betri. Við eini diagnosu er vón fyri framman.
Men er tað heila so einfalt, og eru sálarligar diagnosur altíð rættað loysnin? Ella er talan heldur um mistrivna í summum førum? Nýtist tað at fara so langt út?
Vit tosa við Hananju Háberg, ið kortsíðani hevur fingið staðfest ADHD, um hvussu diagnosan hjálpti henni at skilja seg sjálva. Vit hoyra um, hvussu hennara veruleiki broytti seg, aftaná hon fekk staðfest diagnosuna.
Síðani tosa vit við Jákup Joensen Eskildsen, ið fortelur um eitt tíðarskeið í sínum lívi, har ið hann ikki hevði tað so gott.
Serfrøðingurin hesaferð er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og Phd. Annika hevur m.a. gjørt eina kanning um ung og trivna, ið hon greiðir frá um. Síðani hugleiðir hon um tað ljósið, sum í dag verður varpað á sálarheilsu. Er ov nógv fokus á sálarheilsu?