Stjórnin hjá Mette Frederiksen leggur frá sær

bannari
02.11.2022 - 07:56
AktueltPolitikkur
Stjórnin hjá Mette Frederiksen leggur frá sær
Forsætisráðharrin fer at hitta drotningina fyrrapartin og kunna hana um úrslitið av fólkatingsvalinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tá úrslitið av fólkatingsvalinum var greitt í gjárkvøldið. Flokkurin fekk tilsamans 50 sessir og hevði besta valið í 20 ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer klokkan 10 fyrrapartin at kunna Margrethu drotning um úrslitið av fólkatingsvalinum.

Ein meiriluti av flokkunum hevur víst á Mette Frederiksen at kanna møguleikarnar at skipa stjórn.

Flokkarnir á reyða veingi fingu tilsamans teir neyðugu 90 sessirnar í fólkatinginum, tá Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og báðar afturvaldu fólkatingskvinnurnar í Grønlandi vera tald við.

Men Mette Frederiksen sigur, at hon fer at royna at skipa eina breiða stjórn tvørtur um politisku miðjuna. 

Forsætisráðharrin segði longu í gjárkvøldið frá, at hon fer at boða drotningini frá í dag, at stjórnin leggur frá sær. 

 

Javnaðarflokkurin størstur

Danski javnaðarflokkurin vann fólkatingsvalið í gjár. Flokkurin fekk 27,5 prosent av atkvøðunum og 50 umboð í fólkatingið, tvey umboð fleiri enn á valinum í 2019. Og valið er tað besta hjá flokkinum í 20 ár.

Úrslitið var, at reyði vongurin fekk 87 umboð og blái vongurin fekk 72 umboð. Men verða Sjúrður Skaale og báðar grønlendsku fólkatingskvinnurnar taldar uppí, hevur reyði vongur tilsamans 90 sessir. 

Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen er uttan fyri veingirnar, og flokkurin fekk 16 sessir.

Úrslitið av valinum var eisini, at sitandi stjórn hjá Mette Frederiksen, ikki hevur meiriluta í fólkatinginum, og tað tekur hon avleiðingarnar av:

 

02112022_Mette_1

 

Mette Frederiksen gjørdi samstundis greitt, at hon fer at leita eftir stuðuli á borgarliga veinginum fyri at skipa eina sterka stjórn í Danmark, tí tíðin krevur tað:

 

021112022_Mette_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262