Anna rak sannførandi valstríð - Christian má vera greiðari

bannari
01.11.2022 - 13:19
AktueltPolitikkur
Anna rak sannførandi valstríð - Christian má vera greiðari
Uni Holm Johannesen ger viðmerkingar til úrslitið av fólkatingsvalinum í gjár
Anna Falkenberg gjørdi eitt gott fólkatingsval. Hon fekk 2.973 persónligar atkvøður, og hon var vald í annan sessin á Christiansborg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Anna Falkenberg rak eitt gott og sannførandi valstríð, men Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, má vera greiðari um, hvat hann ætlar.

Tað sigur Uni Holm Johannesen, sum gjørdi viðmerkingar til úrslitið av fólkatingsvalinum í gjár.

Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur á fólkatingsvalinum, hann fekk 30 prosent av atkvøðunum, 8.198 atkvøður. 26 ára gamla Anna Falkenberg fekk 2.973 persónligar atkvøður, og var vald.

Sambandsflokkurin fekk 1,5 prosentstig fleiri atkvøður enn í 2019.

 

Valluttøkan á fólkatingsvalinum í gjár var 71,3 prosent. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Javnaðarflokkurin gjørdist nummar tvey. Hann fekk 28,2 prosent av atkvøðunum, 7.659 atkvøður. Framgongdin er 2,3 prosentstig.

Sjúrður Skaale var afturvaldur. Hann fekk 3.804 atkvøður. 

 

Sjúrður Skaale var afturvaldur. Hann fekk 3.804 atkvøður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tjóðveldi gjørdist nummar trý. Flokkurin fekk 18,1 prosent. Afturgongdin er 0,7 prosentstig.

 

Fólkaflokkurin hevði stóra afturgongd á valinum í gjár. Christian Andreasen, floksformaður, má vera greiðari um, hvat hann ætlar, sigur politiskur viðmerkjari. (Mynd: Bjarni Ártin Rubeksen)

 

Fólkaflokkurin fekk 15,5 prosent, afturgongdin er 8,6 prosentstig.

Miðflokkurin fekk 4,5 prosent. Hann stillaði ikki upp í 2019.

Og Framsókn fekk 3,4 prosent, framgongdin er eitt prosentstig.

Valluttøkan í gjár var 71,3 prosent.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Una Holm Johannesen, viðmerkjara, í útvarpstíðindunum:

 

01112022_Uni_ger_vidmerkingar_til_valid

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262