- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
At missa hárið
17-02-2023
P21
Hvussu missur mann hár? Hvat ger mann við tað?
Tað liggur nógv sjálvsvirði í hári, og Vetrarbiit kannar tískil hvat ein kann gera, um viðkomandi antin hevur ella er byrjaður at missa hárið.
Beinta Lassen úr klinnikkini, Klinikk B, greiðir frá orsøkum av hármissi, og hvørjir møguleikarnir eru fyri at styrkja hárið. Orsøkirnar kunnu vera fleiri til, at mann missur hárið.
Eivin Dam Simonsen greiðir frá, hvussu tað er at missa hárið á ungum aldri.
Fríðgerð Joensen hevur nógvar royndir innanfyri hár, og alt sum inniber hár. Hon tosar millum annað um parykkar, hármiss og alopesia.
Eyðfinn Bogason Lamhauge, Fríði Djurhuus og Leo Lávík hava lagt sendingina til rættis. Elin Maria Hansen gjørdi voxpop.
Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.
Vetrarbiit er komi at enda, og vertini hava gjørt nøkur serlig innsløg til høvið
26-05-2023
Hvat betíðir tað fyri Føroyar at Reiley framførir á Eurovision?
12-05-2023
Væntandi trygging til fólk við ov høgum BMI og fordómar ímóti fiti hevur verið nógv uppi at venda. Men hvørja ávirkan hevur BMI á okkara heilsu?
14-04-2023
Í Tennessee hava tey valt at banna børnum frá dragframførslum, tí tey meta tað vera skaðiligt fyri tey. Men hvat er drag?
03-04-2023
Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? Hvat er CCF? Og hvussu er tað at liva við tarmbrunasjúku?
24-03-2023
Kannabis verður alsamt legalisera í fleiri londum, men hvat er hugburðurin í Føroyum um hesa polariserandi plantuna?
17-03-2023
Hvat er átakið Spæl Føroyskt? Hvat merkir tað at verða tilnevnd til eina FMA? Hvat er so feitt við at uppliva eina konsert?
10-03-2023
Endometriosa, niðrandi málburður, spurnarkapping og altjóða kvinnudagur í Føroyum
03-03-2023