- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Felagsskapurin Kyn sigur, at fleiri og fleiri ung fáa kynssjúkur í dag. Tilburðir av klamydia og gonoré eru vaksandi í Føroyum, og tí hava fyribyrging og kynssjúkur verið høvuðsevni hjá Kyn í ár, tá ið tey hava undirvíst í miðnámsskúlum.
Í hesum partinum av Vetrarbiit tosa vit um tað.
Vit hava flest øll fingið seksualundirvísing á onkran hátt á ymsum stigi - men hví brúka vit fyribyrging? Og er seksualundirvísingin nøktandi, sum ung fáa í dag?
Tveir undirvísarar úr Kyn, Laila Neshamar og Helena Heðinsdóttir Jørgensen, vitjaðu útvarpsstovuna. Tær høvdu seksualundirvísing fyri okkum og tosaðu um sex mýtur.
Marin í Dali, lækni og hevur stovnað Kyn, tosaði um tær kynssjúkurnar, sum gera um seg í Føroyum.
Sum nevnt, er tað ymiskt, hvussu vit hava upplivað seksualundirvísing. Tí vóru tvey ung, Pól Johannus Toftegaard Larsen og Elin Sólvør á Løgmansbø við, og prátaðu um teirra upplivilsir og hvussu tey halda, at hon kann betrast.
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Eyðfinn Bogason Lamhauge hava lagt sendingina til rættis.