Hansina Iversen ger listaverk til drotningina

11.09.2022 - 18:00
AktueltSamfelag
Hansina Iversen ger listaverk til drotningina
Hon skal gera verkið saman við tveimum starvsfeløgum úr Danmark og Grønlandi
Hansina Iversen, listakvinna
 

Føroyska listakvinnan, Hansina Iversen, skal saman við tveimum øðrum listakvinnum gera eitt listaverk, sum skal latast Margrethu drotning í gávu, nú hon hevur verið drotning í 50 ár. 

Fólkatingið er gevari, og listaverkið skal vera við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn.

Listagávan skal hava støði í ríkisfelagsskapinum, og listakvinnurnar Hansina Iversen úr Føroyum, Gudrun Hasle úr Danmark, sum hevur framsýning i Norðurlandahúsinum í løtuni, og Jessie Kleeman úr Grønlandi skulu gera tað.

Grundarlagið undir verkinum verða vatn ella sjógvurin, sum bæði skilir og bindur okkum saman. 

Hansina Iversen arbeiðir vanliga abstrakt, men hetta listarverkið hevur 18 figurar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

11092022_Hansina_til_net


Listaverkini skulu eftir ætlan vera liðug í 2023.

Fólkatingið hevur játtað 2,5 mió. krónur til løn til listafólkini, at gera listaverkini og seta tey upp.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280