- Tíðindi, mentan og ítróttur
NiviNaja
Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..
Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:
- Sendingin er ikki frígivin enn.
Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum. - Sendingin er tikin av heimasíðuni
Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.
Um NiviNaja
Spenningsjólakalendari til størri børnNiviNaja er jólakalendari, sum var fyrru ferð at hoyra í útvarpinum í 2014. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember.
Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt.
Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama.
Jólakalendarin frá 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini.
Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis.