Seks gullmerki í inniróðri

24.02.2024 - 11:26
ÍtrótturKappróður
Seks gullmerki í inniróðri
Landsliðið í inniróðri stóð seg væl í heimsmeistarakappingini í Prag í gjár við nógvum EM- og HM-heiðursmerkjum.
Mynd: Róðrarsamband Føroya  
Føroysku røðararnir vunnu hópin av gyltum heiðursmerkjum í gjár

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM- og HM-kapping, og tilsamans gjørdist úrtøkan tí seks gullmerki og tvey silvurmerki. 

- Føroysku røðararnir staðfestu aftur, at teir eru millum heimsins bestu, sigur Sarita Kristina Hansen, sum bæði er venjari og rør sjálv.

Zoe Dickson, Vár Guriardóttir Hansen og Sarita Kristina Hansen vunnu allar gull, Sára Maria Johansen fekk silvur og Kristina Roest eitt fimta pláss í sínum bólki.

Føroysku røðararnir kappast aftur í dag, og vónirnar eru sum vera man góðar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819