- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemjan um bygnaðin í Kommunufelagnum bleiv jólatrøll
Semja er ikki um, hvussu bygnaðurin í Kommunufelagnum skal vera frameftir.
Ætlaðar bygnaðarbroytingar vóru á skránni á eykaaðalfundinum í Kommunufelagnum fyrrapartin.
Varð uppskotið um nýggjar viðtøkur hjá Kommunufelagnum samtykt á eykaaðalfundinum, merkti tað, at Tórshavnar Kommuna fór at missa atkvøður á borgarstjórafundi.
Tórshavnar kommuna hevur nú góð 42 prosent av atkvøðunum, men skuldi sambært uppskotinum fara niður í góð 33 prosent.
Men uppskotið bleiv sparkað út til horna, sum tikið verður til, og skal koma fyri aftur á eykaaðalfundi í nýggja árinum.
Harvið bleiv ósemjan um bygnaði í Kommunufelagnum jólatrøll.
Hoyr beinleiðis reportasjuna frá aðalfundinum í Kommunufelagnum.
Tak niður
Sí eisini