- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóku sálmar upp í Hesti

Tað vóru Bygdarfelagið og Kirkjuráðið í Hesti, sum skipaðu fyri serligu sanggudstænastu, har sálmasangurin varð tikin upp, og tað er Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, sum tók stig til upptøkurnar.
- Sálmarnir skulu brúkast til gudstænastur, tá organistur ikki er í kirkjuni, sigur Sjúrður, sum er føddur og barnvaksin í Koltri, men øll árini hevur havt tætt samband við Hest og fólkið har.
Armgarð Arge, samskipari á átrúnaðarliga økinum í Kringvarpinum, sigur, at eftirsum organistur ikki er í øllum kirkjum í Føroyum, brúka smærru kirkjurnar sálmasavnið hjá Kringvarpinum.
- Tí verður eitt støðugt arbeiði gjørt fyri at leggja aftur at savninum, so tað kann gerast so fullfíggjað, sum gjørligt. Tiltakið í Hesti er kærkomin partur av hesum arbeiði, sigur hon.
Tak niður