Vikukjakið: Umberingin, pensjonistar og abort

16.09.2023 - 13:29
Mentan
Vikukjakið: Umberingin, pensjonistar og abort
Anne Mette Greve Klementsen, prestur, Eydna Skaale, retorikari, og Hans J. Hermansen, eftirløntur lærari, venda vikuni, ið fer

Vikukjakið kavar niður í nøkur av evnunum, sum hava sett dám á vikuna.

Mánadagin var tann stóri umberingardagurin, tá ið danski staturin bað um umbering til teirra, sum blivu send á danskar stovnar í árunum 1933-1980. Stovnarnir hýstu fólkum við menningartarni, epilepsi, niðursettari hoyrn og deyvum, talitarni og fjølbreki. Vit spyrja, hvat hetta er fyri ein kollektiv umbering, hvat hon kann brúkast til, og tað ber til at geva eina umbering fyri nakað, sum er hent í fortíðini. Og hvussu kunnu vit fyrigeva nakað, sum nøkur heilt onnur hava framt.

Grátt gull ella eldrabyrða. Tað er ymiskt, hvussu vit nevna tey, sum eru farin ella eru um at fara av arbeiðsmarknaðinum. Men sama hvussu vit nevna tey, so er boðskapurin frá serfrøðini greiður og eirindaleysur í hesum døgum. Vit skulu arbeiða longri, tí eldrabylgjan fer at skola yvir okkum. Skal pensjónsaldurin hækka nógv skjótari enn ætlað, og hvussu umtala vit okkara eldru.

Kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, segði bispur. Ella var tað tað, hann segði? Skal kirkjan hava eina meining um abort. Og hvussu koma vit víðari.

Hetta vóru høvuðsevnini, tá ið Anne Mette Greve Klementsen, prestur, Eydna Skaale, retorikari, og Hans J. Hermansen, eftirløntur lærari, skiftu orð um vikuna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000