Team Klaksvík ment seg nógv

16.09.2023 - 16:14
ÍtrótturHondbóltur
Team Klaksvík ment seg nógv
Ein av stovnarunum í Team Klaksvík var til staðar, tá ið hondbóltsfelagið í gjárkvøldið fyri fyrstu ferð spældi altjóða dyst.
Fríðin Ziskason var á staðnum, tá ið Team Klaksvík í gjárkvøldið spældi sín fyrsta altjóða dyst

Tað endaði við einum greiðum tapi, tí vertirnir vunnu 30-19, og vóru á odda 15-7 í hálvleikinum, men hetta heldur stovnarin skyldast, at hetta er nýtt fyri teir í Team Klaksvík.

Millum teirra, ið var til staðar í gjárkvøldið, tá ið Team Klaksvík spældi sín fyrsta altjóða dyst, var ein av stovnarunum og venjarin fyrstu árini, Fríðin Ziskason.

- Teir fyrstu 20-25 minuttirnar gjørdu munin, men aftan á tað var stórt sæð eingin munur á liðunum, sigur Fríðin Ziskason, ið væntar ein heilt annan dyst í morgin klokkan 14.

Seks lið úti í Europa
Team Klaksvík er eitt av tilsamans seks føroyskum hondbóltsliðum, sum í vetur royna seg í europeisku kappingunum, og tað er nógv tað mesta nakrantíð.

Seinnapartin í dag, klokkan 17, skulu menninir hjá Neistan spæla fyrra dystin ímóti ísraelska liðnum, Holon Yuvalim HC, og hann verður í høllini á Hálsi í Havn.

Hini bæði føroysku mansliðini, H71 og VÍF, sum eru við í EHF Europa Cup í ár, koma við í øðrum umfari og spæla sínar fyrstu dystir á útivølli, ávikavist 11. og 14. oktober.

Kvinnuliðini hjá H71 og Neistanum  fara eisini út í Europa at spæla, og tey koma bæði inn í øðrum umfari og spæla sínar fyrstu dystir á útivølli næsta fríggjakvøld.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. november
Góðan morgun Føroyar 28.11.2023
166383
Týsdag 28. november
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
166382
Týsdag 28. november
Morgunlestur týsdagur 28. november 2023
166213
Mánadag 27. november
Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík
166346
Mánadag 27. november
Norðurljóð 27.november 2023
166319
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089