- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trupult at halda vallyftini
02.09.2023 - 18:21
Innlendis
Trupult at halda vallyftini
- Tað verður sera trupult hjá samgonguni at halda øll tey vallyfti, sum hon er komin við
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum hartar politikkin hjá samgonguni.
Hann sigur eisini, at samgongan fer neyvan at lurta eftir teimum ráðum, sum Búskaparráðið kemur við.
Búskaparráðið segði í gjár, at hall verður á fíggjarlógini í ár á 30 milliónir krónur og næsta ár á 200 milliónir krónur.
Men bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísa á, at tey hava onnur tøl, og at fíggjarlógin fer ikki at geva undirskot.
Bárður á Steig Nielsen kennir ikki hesi tølini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV