- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mugu vera varin á netinum

Fleiri føroyingar fingu hósdagin illgrunasom sms-boð, og tað hevur fingið Talgildu Føroyar og KT-Trygd at heita á fólk um at vera á varðhaldi.
- Álop, sum tað á BankNordik hósdagin, snúgva seg um, at teldusníkarnir royna at lokka persónligar upplýsingar frá fólk, so sum p-tal, loyniorð og annað, sum teir so kunnu fara víðari við, sigur Djóni á Boðanesi, KT-trygdarserfrøðing hjá KT-Trygd.
BankNordik, sum stóð fyri skotum hesaferð, sigur talgildu svikararnar duga væl at lokka børn og ung. Tí ræður um, at foreldur fylgja væl við talgildu nýtsluni hjá børnunum, tí hjá teimum kann tað vera serliga trupult at vita, nær okkurt svik.
Eisini Talgildu Føroyar, ið varða av Samleikanum, heita á fólk um altíð at vera varin á netinum og ikki at skriva sínar persónligu upplýsingar á fremmandar síður.
- Hóast talan var um eitt álop, ið royndi at fáa tað at síggja út, sum var talan um eini sms-boð frá Samleikanum, er einki at vera bangin fyri hjá teimum, ið brúka Samleikan, tí hann er tryggur, sigur Durita Hansen.
Tak niður