- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu kanna sjúkuberar

Innan nakrar vikur fer Margit Stórá at leggja hetta málið fyri landsstýrið, og hon heldur, at tað eigur at vera møguligt hjá fólki at kanna, um tey eru berar av slíkum sjúkum.
Í sendingini, Credo, sum varð send her í Kringvarpinum fyrrapartin, greiddu Karina Laksáfoss og Sámal Rasmussen frá dóttrini, Ságu, sum einans bleiv fimm mánaðir gomul. Hon hevði sjúkuna Sucla 2, eisini kallað “føroyska sjúkan”.
Foreldrini hjá Ságu hava stovnað felagið Arvasjúkan, fyri at kunna um hesar álvarsligu sjúkurnar, so føroyingar ikki eru óvitandi um tær, tá teir eru klárir til at fáa sær børn. Felagið virkar eisini fyri einum almennum kanningartilboði.
Á heimasíðuni arvasjukan.fo ber til at lesa meiri um hesar sjúkur og hetta evnið.
Tak niður