- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir nýføðingar tyngri
12.03.2023 - 14:21
Aktuelt›Heilsa
Føroyskir nýføðingar tyngri
Ein nýggj kanning vísir, at føroyskir nýføðingar viga alsamt meira.

Mynd: Colourbox
Sunnvá Hanusardóttir Olsen, lækni, sum er undir útbúgving til serlækna í kvinnusjúkum, hevur saman við øðrum gjørt kanningina.
– Føroyskir nýføðingar viga meira enn teir gjørdu í 2010, sigur hon um kanningina, sum eisini vísir, at føroyskar kvinnur eru longri við barn enn kvinnur í hinum norðurlondum.
Granskararnir halda, at íleguarvur, BMI hjá kvinnuni og tal av børnum kann hava sína ávirkan, tá ið tað kemur til føðivektina hjá barninum.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV