Heimakanningar kunnu bjarga lívi

05.03.2023 - 15:44
AktueltHeilsa
Heimakanningar kunnu bjarga lívi
Kunnu finna 20 fleiri tilburðir av tarmkrabba um árið, metir serlækni

Í Danmark fáa fólk millum 50 og 74 ár bjóðað 'screening' fyri tarmkrabba annaðhvørt ár.

Royndina kunnu fólk sjálvi taka heima og síðani senda til kanningar á rannsóknarstovu.

Kanningin hevur við sær, at sjúkan ella forstig til sjúkuna verða uppdagað tíðliga, og sostatt er betri møguleiki fyri viðgerð og at gerast frískur. 

Í dag fáa fólk í Føroyum ikki bjóðað hetta tilboð, og tað er óheppið, tí ein tílík 'screening' í Føroyum kann gera, at vit finna 20 fleiri tilburðir av tarmkrabba um árið. 

Hetta sigur Kári Rubek Nielsen, serlækni í maga- og tarmsjúkum, ið hevur gjørt kikarakanningar tey seinastu 30 árini. 

Í ársfrágreiðingini hjá Krabbameinsfelagnum úr 2021 stendur, at flestu tilburðir av krabbameini í Føroyum í tíðarskeiðinum 2017-2019 eru funnir í langa og endatarmi.

Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á leinkið undir myndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 3. juni
Video: 8mf, Norðoyastevna 2023
157888
Leygardag 3. juni
Video: 6mf menn, Norðoyastevna 2023
157886
Fríggjadag 2. juni
Veðrið
157861