Gjørt vart við seg í inniróðri

29.01.2023 - 18:33
ÍtrótturKappróður
Gjørt vart við seg í inniróðri
Framúr góðu úrslitini hjá føroysku røðarunum í EM-kappingini í inniróðri í París um vikuskiftið hava veruliga varpað ljós á Føroyar.

Føroysku røðararnir, sum um vikuskiftið hava kappast í EM í inniróðri í París, hava veruliga gjørt vart við seg við fýra europameistaraheitum, einum silvurmerki og tveimum bronsumerkjum.

Úrslitini hava verið so mikið góð, at allir føroyingarnir vóru í topp-10 í sínum kappingum, umframt hópin av persónligum metum.

Tann, ið gjørdi mest um seg, var – kanska ikki óvæntað – Sarita Kristina Hansen, sum fjórða árið á rað gjørdist europameistari á bæði 500 og 2000 metra teininum.

Hóast átta EM-heiti í fýra ár ljóðar av nógvum, er tað ikki nakað, ið tekur hana av fótum, tí hon hugsavnar seg fyrst og fremst um róðurin, men er øgiliga fegin, tá ið tað eydnast.

Sarita gleðist eisini um, at tað hevur gingið so væl í París, tí fyri fleiri av røðarunum var hetta fyrstu ferð, at teir vóru við til eina veruliga kapping, sum enntá var saman við túsundtals kappingarneytum úr øllum Europa.

Føroyska ferðalagið kemur eftir ætlan heim í kvøld, og í Kollafirði hava tey gjørt klárt til móttøku fyri europameistarunum klokkan 22.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mars
Bolero 26 mars 2023
154690
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154687
Sunnudag 26. mars
Rokk og ró
154685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470