Býráðslimur: Borgarstjórin kann ikki takast í fullum álvara

25.07.2022 - 12:45
AktueltPolitikkur
Býráðslimur: Borgarstjórin kann ikki takast í fullum álvara
"Tað er djúpt óseriøst, at borgarstjórin í Havn fyrstu ætlar at selja allar kommunalar bygningar ein dag, men síðani dregur í land aftur dagin eftir," sigur Gunvør Balle
Tað hevur loypt hvøkk á fólk, at borgarstjórin í Havn í Degi og viku fríggjakvøldið hótti við at selja kommunalar bygningar í býnum, eitt nú bygningin har Býarbókasavnið helt til, sigur Gunvør Balle,
Mynd: Bárður Veihe  

Gunvør Balle úr Tjóðveldi, sum er partur av minnilutanum í Tórshavnar kommunu, er skelkað av, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, í Degi og Viku fríggjakvøldið tosaði um at selja kommunalu bygningarnar í miðbýnum til íbúðir.

Harmillum nevndi Heðin Mortensen bygningin, har Býarbókasavnið heldur til, Reinsaríið, Margarinfabrikkina og aðrar bygningar.

Allir bygningarnir hýsa mentan, eitt nú bókmentum, tónlist, leiklist og annað. 

Gunvør Balle skilir ikki, hví borgarstjórin kemur við hesum nú, tí Tórshavnar kommuna hevur sett eina arkitektafyritøku at gera eina miðbýarætlan.

>>Sí innslagið, "Tórsgøta til sølu", sum var í Degi og viku fríggjakvøldið. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Andaktin
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454