
- Tíðindi, mentan og ítróttur
RSF: Dómaraflaggið var ikki uppi

Róðrarsambandi Føroya staðfestir nú, at flaggið, ið gevur bátunum boð um, at nú er klárt at fara til start, ikki var uppi í sambandi við, at seksmannafarið Sjóherji hvølvdist úti á startinum í Sørvági leygardagin.
Men kvinnurnar umborð á Sjóherja eru ósamdar.
Í gjárkvøldið eftirmetti Róðrarsambandið, saman við fyriskiparunum í Sørvági, óhappið á startinum á Vestanstevnu, tá ið 6. mannafarið vð kvinnum, Sjóheri, hvølvdist á startinum.
Men eftirmetingin er verri enn so liðug, sigur forkvinnan í Róðrarsambandinum:
Í morgunsendingini í morgun greiddu kvinnurnar í 6-mannafarinum Sjóherja sjálvar frá ógvisligu hendingini, tá báturin koppaði, og tær endaðu allar í sjónum á Sørvágsfirði:
Manningin á Sjóherja hevur gjørt greitt, at tær gjørdu einki galið á startinum leygardagin:
Tak niður