- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu rokna við fólkatingsvali

Hóast danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundi í gjár hvørki helt seg, ella ráðharrar og embætisfólk síni hava gjørt nakað skeivt í nógv umrødda minkamálinum, er ikki vist, at enn er sloppið hjá henni.
Fyrrapartin umrøddi høvuðsstýrið í Radikali Vinstra, sum er ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, málið í hálvanannan tíma, og niðurstøðan var, at flokkurin krevur nýval.
Radikali Vinstra er av teirri áskoðan, at ein óheft kanning ikki fer at føra til eitt ríkisrættarmál ímóti Mette Frederiksen, men kortini vil flokkurin hava “luftina reinsaða”, sum tikið verður til.
Og har er einasti møguleikin eitt fólkatingsval beint eftir summarfrítíðina og í seinasta lagi, áðrenn Fólkatingið verður sett týsdagin 4. oktober, siga tey.
Longu frammanundan hevur Radikali Vinstra kravt, at Mette Frederiksen skrivar út val beint eftir summarfrítíðina, og annars er flokkurin sinnaður at seta fram uppskot um misálit á forsætisráðharran.
Andstøðan á gosi
Hóast stjórnargrundarlagið undir danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, er farið at ridla, nú ein av stuðulsflokkunum, Radikala Vinstra, krevur nýval, er andstøðan í danska fólkatinginum als ikki nøgd við støðuna.
- Radikali Vinstra heldur bara fast um rættarstatin, tá ið tað snýr seg um politisk mótstøðufólk og embætisfólk, men ikki, tá ið tað snýr seg um teirra “reyðu vinir” og Mette Frederiksen, forsætisráðharra, tí tá krevst hvørki løgfrøðilig avkláring ella ábyrgd.
Tað sigur Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra.
Og formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, heldur tað líkjast einum rossahandli, ið Radikali Vinstra hevur gjørt við stjórnina, nú tað “luktar av ráðharrasessum eftir næsta fólkatingsval”.
“Okkara maður á fólkatingi”, Kaj Joensen, helt ikki talan vera um eitt serliga sterkt útspæl frá Radikala Vinstra, tá ið vit tosaðu við hann til tíðindini á miðdegi.
Tak niður