Størri avlop í ár enn væntað

23.05.2022 - 17:00
AktueltPengar
Størri avlop í ár enn væntað
BankNordik hevur mett av nýggjum um úrslitið í ár, og roknað verður við, at avlopið verður 30 milliónir størri enn væntað
BankNordik væntar, at úrslitið ár verður millum 160 og 190 mió. kr.

Líkt er til, at roknskaparárið hjá BankNordik í ár fer at hilnast betur, enn upprunaliga mett.

Bankin væntar, at úrslitið í ár verður 30 milliónir kr. størri, enn roknað var við, tá metingin var gjørd.

Tað merkir, at avlopið í 2022 verður millum 160 og 190 milliónir kr.

Tað boðar bankin keypsskálanum frá í dag.

Hoyr Árna Ellefsen, stjóra í BankNordik, í útvarpstíðindunum.

 

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik. Úrslitið hjá bankanum í ár verður størri enn væntað.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769