Tín uppsparing til eftirløn er higartil í ár minkað

19.04.2022 - 13:31
AktueltPengar
Tín uppsparing til eftirløn er higartil í ár minkað
Ein blanding av øktari inflatión og krígnum í Ukraina er orsøkin til, at tín uppsparing til eftirløn higartil í ár er minkað í virði, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.
Tín uppsparing til eftirlønina er higartil í ár minkað í virði
Mynd: Savnsmynd  

Higartil í ár eru uppsparingarnar til eftirløn minkaðar í mun til inngjaldið.

Orsøkin er ein blanding av øktu inflatiónini, og krígnum í Ukraina, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

- Reyð tøl. Tað eru tað nógv sum síggja, tá tey hyggja at hvussu nógv tey goldið inn til pensjónsuppsparingina higartil í ár.

Alt eftir hvar á lívsleiðini man er, so er uppsparingin, fyri árið í ár, minkað við millum 2,8 og 5,5 prosentum, til og við februar mánað sigur stjórin í Lív, Jan Jakobsen.

Og hóast mars og apríl ikki eru uppgjørdir enn, er rákið tað sama, sigur stjórin í LÍV.

Men hóast inngjøldini í ár higartil eru tødnað, so má tað síggjast í einum breiðari høpi, sigur Jan Jakobsen.

Hjá Betri Pensjón er gongdin higartil í ár nøkunlunda tann sama, sum hjá LíV. Har eru virðini á lánsbrøvum minkaði við góðum trimum prosentum og á partabrøvum við 3,8 prosentum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491