- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Avbera gott avrik
17.04.2022 - 11:18
Ítróttur›Hondbóltur
Viðmerkjari: Avbera gott avrik

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum tapti í gjárkvøldið 27-33 móti Týsklandi.
Føroyingar leiktu ein sera góðan fyrra hálvleik og vóru framman fyri í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk verri, og tað endaði við einum seksmálstapi.
Tó var úrslitið betri enn í fyrra dystinum í Týsklandi, sum týskarar vunnu við átta málum.
Ingi Olsen var viðmerkjari í frásøgnini frá dystinum, og hann heldur, at avrikið móti týskarum hevur verið avbera gott.
Talan var um sonevndar play-off dystir til HM, sum týskarar nú hava kvalifiserað seg til.
Hoyr alla samrøðuna, sum Kári Mikkelsen hevði við Inga Olsen, viðmerkjara, við at trýsta á pílin undir myndini.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV