Kommunan skal nú semjast um at játta 109 mió. kr. til stórhøllina

11.04.2022 - 16:00
AktueltPengar
Kommunan skal nú semjast um at játta 109 mió. kr. til stórhøllina
Privatu pengarnar er nú funnir til stórhøllina, og tí skal Tórshavnar býráð nú viðgerða tilsøgnina á góðar 109 milliórnir krónir, sum býrráðið skuldi lata til høllina
Tórshavnar býráð skal nú semjast um at lata tær 109 milliónir krónurnar til stórhøllina
Mynd: Tórshavnar kommuna  

Føroya Arena skal nú viðgerðast í býráðnum í Havn.

Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, eru privatu pengarnar nú funnir til stórhøllina, og tí skal Tórshavnar býráð nú viðgerða tilsøgnina um góðar 109 milliórnir krónur, sum býráðið skal lata til stórhøllina.

Niels Mortensen, sum situr í arbeiðisbólkinum til Føroya Arena saman við Tummasi Justinussen og Jón Sigurdsson, vil ikki gera samrøðu við útvarpi.

Men í stuttari viðmerking, sigur Niels Mortensen, at nevndin ikki er liðug við arbeiðið enn, men nevndin vónar at vera komin á mál eftir páskir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðsbólkurin og kommunan hava samskift nógv síðani arbeiði fór ígongd, og tískil er ongin orsøk til at bíða eftir endaliga arbeiðinum hjá nevndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769