Kiev stavast Kyiv

10.03.2022 - 09:15
Mentan
Kiev stavast Kyiv
Ukrainar stava navnið á høvuðsstaðnum K-y-i-v, og føroysku reglurnar siga, at nøvn á millum annað býum verða stavað á høvuðsmálinum í viðkomandi landi

Í langa, langa tíð stavaði mann ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, K-i-e-v. Tað er russiski stavihátturin, meðan tann ukrainski er Kyiv.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu navnið á ukrainska høvuðsstaðnum skal stavast og úttalast.

 

Føroysku reglurnar

Meginreglan fyri stavseting av geografiskum nøvnum, sum verður nýtt á føroyskum, er tann sama sum í grannalondum okkara:

Nøvn á londum verða stavað og søgd á føroyskum.

Nøvn á býum og øðrum landafrøðiligum fyribrigdum verða stavað á høvuðsmálinum í viðkomandi landi.

Undantikin eru tær áir, fjallaketur og tey høv, sum røkka um fleiri lond. Tey verða skrivað á føroyskum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV