- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrstu børnini koppsett móti koronu

Tummas í Garði, læknafakligur varðastjóri í Sjúkrahúsverkinum, gleðist um, at koppsetingin nú er tøk hjá børnum, sum hava tørv á henni.
Ósemja hevur annars verið um, hvør skuldi standa fyri at koppseta børn fyri koronu. Avgerðin fall at enda við, á eitt samanspæl millum Sjúkrahúsverki og Apoteksverki. Tað er Tummas í Garði nøgdur við nú 33 børn millum 5 og 11 ár verða koppsett fyri fyrstu ferð. Men hann váttar, at neyðugt var at umskipa koppsetingargongdina eitt sindur, soleiðis at hon kendist meira rólig og trygg fyri børnin
Tá koronafarsóttin byrjaði, varð sagt, at vandi var fyri, at tað vóru júst børnini ið kundi gerast motorurin í smittuspjaðingini við at smitta tey veiku í samfelagnum. Tí var neyðugt at koppseta tey móti koronu. Men nú er støðan ein onnur
- Vit síggja, at summi koppsett fólk smitta eins illað og fólk, ið ikki eru koppsett. Nú verður dentur tí lagdur á, at koppseta tey børn, ið veruliga hava tørv á tí.
Tað eru ikki nógv foreldur, ið hava vent sær til sjúkrahúsverki um koppseting. sambært Tummasi í Garði, men Sjúkrahúsverkið hevur roynt at lofta teimum, ið hava havt tørv á tí.
Nógv kjak er í løtuni, um hvørt tað er rætt ella ikki at koppseta børn. Tað vil Tummas í Garði ikki taka støðu til, men sigur at koppsetingin er her fyri tey børn ið hava tørv á tí og at avgerðin liggur hjá foreldrunum og ikki heilsumyndugleikanum.
Tak niður