Todi er til reiðar

15.01.2022 - 14:03
ÍtrótturFótbóltur
Todi er til reiðar
Todi Jónsson hevur leingi havt ætlanir um at royna seg sum fótbóltsvenjara
Mynd: Savn  
Todi Jónsson.

Í gjár varð sáttmáli skrivaður millum fótbóltsfelagið NSÍ og Toda Jónsson. Hann er settur sum høvuðsvenjari hjá felagnum í eitt ár fram. 

"Soleiðis sum NSÍ lýsir tann venjaran, sum felagið vil hava, so passi eg væl inn", sigur Todi Jónsson.

Todi Jónsson er eitt óskrivað blað sum venjari, og tí kom tað óvart á nógv fólk.

”Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva okkara lokala og unga hópi íblástur," sigur Dánial Hansen, formaður í NSÍ, við heimasíðuna hjá felagnum. Afturat sær fer Todi Jónsson at hava Poul Helga Jacobsen og Jens Martin Knudsen sum hjálparvenjarar.

Sjálvur er Todi Jónsson sera spentur upp á avbjóðingina.

"Eg havi ofta hugsað, at tað kundi verið spennandi at roynt", sigur Todi Jónsson.  

Hoyr samrøðuna við Toda Jónsson omanfyri.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mai
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
140145
Mikudag 25. mai
LEITISSTEIN 24.04.2022
140144
Mikudag 25. mai
Nón 25. mai 2022
140137
Mikudag 25. mai
Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
140117
Mikudag 25. mai
Góðan morgun Føroyar 25.05.22
140108
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andaktin
139968
Sunnudag 22. mai
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
139969
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731