Løgfrøðingur: Avgerðin um koppseting liggur hjá barnaverndartænastunum

15.01.2022 - 12:43
AktueltHeilsa
Løgfrøðingur: Avgerðin um koppseting liggur hjá barnaverndartænastunum
Í hvørjum einstøkum føri verður ein meting gjørd, um hvat er best fyri barnið. Foreldrini at barninum verða eisini hoyrd, tá ið avgerðin skal takast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  

Í dag verða fyrstu børnini í aldrinum 5 til 11 ár koppsett móti koronu. 

Tað eru nøkur børn í hesum aldursbólkinum, sum eru umsorganaryvirtikin. Hvør avger tá, um børnini slulu koppsetast. Anna Dam, løgfrøðingur á Barnaverndarstovuni, sigur, at tað eru barnaverndartænasturnar kring landið, ið avgerða um børnini sum tey vara av, skulu koppsetast móti koronu ella ikki. 

Sjálvt um myndugleikarnar hava mett, at umsorgarnarábyrgdin ikki skal liggja hjá foreldrunum, so verða øll foreldur, ið eiga børn ið barnverndartænasturnar taka sær av, spurd um tey ynskja børn teirra koppsett.

Metingin, ið síðani verður gjørd er ikki ein heilsufrøðilig meting, men ein meting um hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri barnið, um tað ikki er koppsett. 

Sambært Onnu Dam, løgfrøðingi, er enn onki barn í Føroyum koppsett ímóti viljanum hjá foreldrunum. Tað eru tó dømir um, at summi foreldur ikki ynskja barn teirra koppsett, men at barnaverdnartænastan hevur mett, at tað er best fyri barnið. í hesum førinum hava foreldrini kæru møguleika sigur Anna Dam, løgfrøðingur á Barnaverdnarstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mai
Nón 27. mai 2022
140205
Fríggjadag 27. mai
Grønt orkuskifti og kvinnur í politikki
140184
Fríggjadag 27. mai
Góðan morgun Føroyar 27.05.2022
140183
Fríggjadag 27. mai
Morgunlestur fríggjadagur 27.mai 2022
139981
Hósdag 26. mai
RagnarRokk 26.mai 2022
139459
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mai
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
140163
Hósdag 26. mai
Sært tú meg 3:3
140155
Hósdag 26. mai
Andakt við Emil Olsen
140162
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139968