- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torusláttur elvdi til streymslit á Toftum
16.12.2021 - 09:59
Aktuelt›Samfelag
Torusláttur elvdi til streymslit á Toftum
Eitt streymskáp sprongdist, og Tofta bygd misti streymin, tá toran í gjár sló niður í eina mastur á havnarlagnum

Toran sló niður í eina mastur á havnarlagnum á Toftum í gjár og elvdi til bæði streymslit og at húsarhald mistu vatnið
Mynd: Savnsmynd
Seint seinnapartin í gjár slerdi toran niður í eina mastur á havnarlagnum á Toftum.
Eitt streymskáp sprongdist, og Tofta bygd misti streymin.
Í morgun var uppdagað, at fleiri húsarhald høvdu mist vatnið.
Mett verður, at trýstið frá toruni hevur ført til vatnleka, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV