'Quicktest' á føroyskum

31.03.2021 - 07:15
Mentan
'Quicktest' á føroyskum
Seinastu tíðina hevur orðið, 'quicktest', verið nógv at hoyra, men hvussu kann tað sigast á føroyskum?

Eitt av mongum orðum, sum hevur tikið seg upp, eftir at koronuvirusið kom til Føroya, er enska orðið, 'quicktest'. Tað ber til at taka quicktest fyri koronu. Hvussu siga vit quicktest á føroyskum?

Føroysku boðini upp á 'quicktest' eru fleiri í tali, so sum snarkanning, skundkanning, snarroynd, skundroynd, bráðroynd, bráðkanning.

Elini Henriksen dámar best snarkanning, men hon ásannar, at tað orðið vinnur, sum fyrst og fremst brúkararnir taka til sín.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV