Tí ella ta taskuna

14.09.2020 - 11:41
Mentan
Tí ella ta taskuna
Tá fólk brúka tí framman fyri kvennkynsorðum, tosa tey í hvørjumfalli, og tí eigur tað at vera tí. Sigur tú ta lampuna er talan um hvønnfall
Tilvildarlig mynd

Fleiri og fleiri siga, 'eg sá tí gentuna', 'tí lampuna' ella 'tí taskuna'.

Hetta er misskiljing. Orðið, tí, er hvørjumfall av kenniorðinum, tað. Og orðið, tað, hevur onki ð, tá tað stendur framman fyri einum kvennkynsorði.

Tað kann ørkymla, men Elin Henriksen hevur eina tummilsreglu, sum ger tað lættari at minnast til.

- Brúkar tú tí, endar kvennkynsorðið við -i, og brúkar tú ta, endar kvennkynsorðið við -a, sigur hon.

Dømi:
Hon fór avstað við tí taskuni
Mær dámar betur ta taskuna, sum hon fór avstað við.

Mær dámar best ljósið frá tí lampuni.
Eg sá ta lampuna.

Eg sá ta gentuna.
Men eg møtti tí gentuni.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV