Bóndin gevur seyðinum, men fóðrar seyðin

22.01.2020 - 09:25
Lívsstílur
Bóndin gevur seyðinum, men fóðrar seyðin
Tvey sagnorð, sum taka hvør sítt fall, eru geva og fóðra. Tú gevur seyðinum, men fóðrar seyðin. Tað ber ikki til at fóðra seyðinum
Tilvildarlig mynd

'Bóndin gevur seyðinum hoyggj' ella 'Bóndin fóðrar seyðin við hoyggi.'

Summi sagnorð kunnu standa framman fyri bæði hvønnfall og hvørjumfall.

Tey taka bæði hvønnfalsávirki og hvørjumfalsávirki:
'Bóndin gevur seyðinum'. Hvørjum gevur hann? Seyðinum - hvørjumfall.

Okkum nýtist ikki at siga, hvat seyðurin fær - hann fær at eta. Men vit kunnu leggja aftrat: 'Bóndin gevur hoyggj.' Hvat (ella hvønn) fær seyðurin? Hoyggj - hvønnfall.

Vit geva eisini øðrum: kettuni, hundinum, hønunum, neytunum, rossunum.

Men eftir at tey, sum geva kríatúrum, eru farin at keypa fóður, eru summi farin at fóðra í staðin fyri at geva. Og so verður onkuntíð sagt: 'Bóndin fóðrar seyðinum'. Men tað er skeivt, tí 'fóðra' kann ikki taka hvørjumfall.

'At fóðra' kann bara taka hvønnfall: 'Bóndin fóðrar seyðin'. Og vit kunnu fóðra kettuna, kúnna og rossið.

Skulu vit tilskila, hvat seyðurin fær, tá ið hann verður fóðraður, so mugu vit hava eina fyriseting aftrat: 'Bóndin fóðrar við hoyggi'. Við hvørjum? Við hoyggi - hvørjumfall.

So tá ið vit siga 'fóðra' er tað beint øvut av at 'geva': Tann, sum fær, er hvønnfall, og tað, sum verður givið, fær 'við' frammanfyri og verður hvørjumfall: við hvørjum.
- Men vilja vit hava snøgt og lætt mál, er betri at brúka orðið, geva: 'Bóndin gevur seyðinum' - 'Bóndin gevur hoyggj.'

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066