Við síðurnar av er møsn

14.11.2019 - 12:35
Lívsstílur
Við síðurnar av er møsn
Tað ber ikki til at sita ella skjóta við síðurnar av, tí tað merkir báðumegin við
Savnsmynd

'Og bólturin fer við síðurnar av',  'eg siti við síðurnar av'.

- Hetta er rætt og slætt møsn, sigur Elin Henriksen, málkøn, tí tá síðurnar verða brúktar, er talan um fleiri síður. 

Tað ber til dømis ikki til at sita við síðurnar á einum persóni. Um ein sigur, at 'hann situr við síðurnar á/av henni', situr hann báðumegin við. Tað sama er galdandi um at skjóta ella kasta bóltin og raka 'við síðurnar av málinum'.  

- Um so er, brotnar bólturin í helvt, og hvør helvtin fer til sína síðu av málinum, greiðir Elin Henriksen frá.

Hon mælir til at siga, at spælarin rakar ikki málið, ella hann rakar við síðuna av málinum.

Undir øllum umstøðum kann síða bert vera í eintali í hesum dømunum.

Við síðuna á ella av

'Sita tvey lið um lið, so situr hann undir liðini á henni'.

Í nýggjari tíð er hetta í skriftmáli vorðið til:

  • 'Hann situr við síðuna á henni' og í talumáli:
  • 'Hann situr við síðuna av henni'.

Hetta seinna er nú eisini góðkent í skriftmáli.

- Er onkur, sum fegin vil vanda sær um málið, so er tað kortini betri at siga ella skriva 'undir liðini á' ella 'lið um lið', sigur Elin Henriksen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066