Við ongum ella uttan

05.11.2019 - 08:06
Mentan
Við ongum ella uttan
Seinastu árini er tað vorðið alt vanligari at siga 'uttan' í staðin fyri 'við ongum'. Sum til dømis 'uttan vit' heldur enn 'við ongum viti'

Hjáorðið, uttan, hevur nógvar ymiskar merkingar, og sum oftast saman við einari fyriseting. Uttan fyri, uttan á, uttan um, uttan eftir. Uttara síða, útsíða, uttarumegin.

Orðið hevur ikki verið nógv brúkt einsamalt, uttan í merkingini 'bara': eg sá ongan uttan teg.

Men seinastu árini er tað vorðið alt vanligari at siga 'uttan' í staðin fyri 'við ongum'. Við ongum viti > uttan vit, við ongum sukri > uttan sukur.

- Helst er hetta ávirkað úr donskum, og kanska eisini enskum, sigur Elin Henriksen, málkøn. 

Við ongum er vorðið knortlut
So vanligt er tað blivið at siga uttan heldur enn við ongum, at nógv eru farin at halda, at tað ljóðar løgið og knortlut at siga 'við ongum'.

Men tað er so tað eldra, og hitt er so mikið nýtt, at tað ljóðar løgið í oyrunum á nógvum.

Vit siga ikki, 'far ikki út uttan húgvu', men 'far ikki út í ongari húgvu' ella 'hattleys/-ur'.

- So tað er í finasta lagi at lýsa við mati við ongum gluten ella ongum sukri, sigur Elin Henriksen, málkøn. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV