Tummilsregla: Uttanfyri ella uttan fyri

19.09.2019 - 08:29
Mentan
Tummilsregla: Uttanfyri ella uttan fyri
Orðið skilir seg, tá ein stýring kemur aftan á orðið. Dømi: Eg standi uttanfyri, men eg standi uttan fyri hurðina
Tilvildarlig mynd

Stutta tummilsreglan um nær eitt orð skilir eg og ikki, er, at orðið skilir seg, um ein stýring kemur aftan á eina fyrisiting.

Til dømis: 'Eg standi uttan fyri hurðina.' Um ongin hurð er í setninginum, er orðið í einum: 'Eg standi uttanfyri.'

Orð og heilir setningar
Talan nýtist ikki at vera um eitt navnorð, tí tað eisini vera ein heilur setningur, greiðir Elin Henriksen frá.

Til dømis orðið, aftaná:
Har kunnu vit siga: 'Hetta var aftaná.' Ella: 'Hetta var aftan á, at tey høvdu verið har.'

Reglan er ikki so einføld, og tað eru fleiri meiningar um, hvat er rætt og skeivt.

Elin Henriksen greiðir í brotinum frá regluni um, nær orðini skilja seg og ikki.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. februar
Andakt við Beintu Áargarð
171199
Sunnudag 25. februar
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
171191
Fríggjadag 23. februar
Veðrið
171154
Hósdag 22. februar
Heim, kæra heim (3:3)
171039